Varandi vetrartíð í Russlandi

Varandi vetrartíð í Russlandi
Gjármorgunin setti Russland varandi vetrartíð i gildið, og russar hava sostatt stilla klokkuna aftur fyri seinastu ferð
Russland hwvue nú bert vetrartíð
Mynd: Rio Novosti  
 
27.10.2014 - 08:26

 

Russland setti í gjár í verk varandi vetrartíð. Frá og við ígjármorgunin verður varandi vetrartíð í Russlandi, og russar hava sostatt stilla klokkuna aftur fyri seinastu ferð.

Tað skrivar statsliga tíðindaststovan, Ria Novosti. Frameftir verður sostatt ikki longur arbeitt við summar og vetrartíð í Russlandi.

Síðani 2011 hevur summartíð annars verið galdandi í Russlandi, men nú er semja um, at vetrartíð er best fyri fólkaheilsuna. 

Fyrrverandi forsetin, Dmitiri Medvedev, tók, tá hann var forseti, stig til, at landið bara skuldi hava summartíð, tí hann metti, at gransking vísti, at vetrartíð ikki var góð fyri heilsuna hjá fólki. 

Medvedev vónaði eisini, at tað fór at bera í sær færri tíðarsonur, enn tær níggju, sum tá vóru í Russlandi, skrivar russiska tíðindastovan.

Men nú hevur Vladimir Putin góðkent nýtt uppskot, um at fara yvir til varandi vetrartíð, og við tí fær landið 11 tíðarsonur. Sambært politikarum í statsligu Dumuni, fáa fólk betri heilsu, - serliga tey, sum búgva har norðuri í Russlandi. 

Tað merkir, at tíðarmunurin millum Tórshavn og Moskva nú er fýra tímar, nú vetrartíð er galdandi í báðum londum. Tá vit í marsmánað næsta ár seta klokkan ein tíma fram, verður tíðarmunurin altso bara tríggir tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053