- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ása fór við metstóra Gekkinum

Hon ætlaði sær at keypa inn á vegnum heim frá arbeiði fríggjadagin, men oysandi regn og einki parkeringspláss við handilin høvdu við sær, at Ása broytti meining og fór í SMS at keypa inn.
Har keypti hon eisini vinnandi Gekkin, sum seinni sama kvøldið gjørdi, at hon bleiv millióningur og fór avstað við størstu upphædd, sum er vunnin í føroyskum eydnuspæli.
Ása hevði í veruleikanum mist vónina at vinna, tí tað gekk illa at fáa tølini. Men so loysnaði, og tá tvey tøl væntaðu, varð telefonin gjørd klár. Og løtu seinni var hon ígjøgnum til studio at snara hjólinum.
Maðurin frætti tað í sms-boðum
- Eg hugsaði, at 10.500 kr. eisini er nógvur peningur, tí eg tordi ikki at droyma um tann stóra vinningin, sigur Ása Christiansen, sum valdi bláa leypin at fjala upphæddina.
Tað skuldi vísa seg at verða eitt skilagott val, tí hjólið steðgaði á bláa leypinum í fyrstu royndini, og Ása Christiansen varð 1,7 millión skattafríar krónur ríkari.
Maður Ásu, Magnus Joensen, var staddur uttanlands fríggjakvøldið, tá hann fekk eini sms-boð, at Ása var ígjøgnum við fullari plátu. Hann ringdi til vinmannin og fekk soleiðis møguleikan at verða partur av løtuni, tá kona hansara streyk avstað við stóra vinninginum.
Ása og Magnus vitjaðu í Kringvarpi Føroya fyrrapartin, har øll viðurskifti í sambandi við metstóra gekkavinningin vórðu avgreidd.
SÍ EISINI Hesin gekkurin vann 900.000 krónur



























