Fleiri føroysk børn við hættisligari atferð

Fleiri føroysk børn við hættisligari atferð
Annaðhvørt mál, sum varð fráboðað Barnaverndartænastuni í fjør, var grundað á, at barnið hevði hættisliga atferð
Børn hava hættisliga atferð
Mynd: Savn  
 
03.11.2014 - 09:07

Hetta er ein stórur vøkstur samanborið við 2012, tá minni enn fjórða hvørt mál varð grundað á hættisliga atferð hjá barninum. 

Hættislig atferð hjá barninum kann vera, at tað ikki røkir skúlagongdina, misnýtsla, likamligur ella kynsligur harðskapur, og at tað eitt nú setur egnu heilsu og menning í vanda.

Barnaverndin fekk 165 mál í fjør 2013, og í 85 av teimum er hættislig atferð hjá barninum nevnd sum ein orsøk til, at málið er tikið til viðgerðar.

Í átta málum er talan um beinleiðis likamligan ella kynsligan harðskap, 

Í 2012 vóru 274 mál, og 58 mál vóru millum annað grundað á hættisliga atferð hjá barninum. 

Tað kunnu vera fleiri orsøkir í sambandi við hvørt mál, sum Barnaverndartænastan fær fráboðan um, og flestu orsøkirnar eru í bólkinum "vanrøkt" bæði í 2012 og 2013. 

Vanrøkt fevnir um kensluliga vanrøkt, vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit, í sambandi við skúlagngd og likamliga vanrøkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809