Kanning ikki almannakungjørd fyrr enn eftir valið

Kanning ikki almannakungjørd fyrr enn eftir valið
Kanningin av núverandi og fyrrverandi limum í grønlendska landsstýrinum kann ikki almannakunngerast fyrr enn eftir valið
Aleqa Hammond ákærd fyri at hava brúkt almennan pening til privat endamál
Mynd: Savnsmynd  
 
07.11.2014 - 09:46

Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106-túsund krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína í tíðini frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár.

Kanning var alt fyri eitt sett í verk av henni, núvernadi og fyrrvernadi landsstýrislimum. 

Sambært Sermitsiaq.gl, er kanningin liðug, og frágreiðingin liggur í afturlatnum brævbjálva í eini bankaboks í Grønlandsbankanum, sigur virkandi formaðurin fyri Inatsi-sar-tut, Lars Emil Johansen.

Formaðurin fyri Parti Nalerag, Hans Enoksen, sum sjálvur er ein teirra, ið verður kannaður, vil hava kannngina almannakunngjørda beinanvegin. Men sambært Lars Emil Johansen er tað bara grannskoðaranevndin, sum kann lata upp og lesa úrslitið av kanningini.

- Mær er sagt, at enn hevur eingin lisið kanningina, hvørki embætisverkið ella politikarar, tí tað er grannskoðaranevndin, sum skal koma við áliti ella tilmæli í sambandi við kanningina, sigur Lars Emil Johansen.

Hann leggur aftrat, at kanningin í fyrsta lagi verður almannakunngjørd eftir valið, tá nýtt landsstýri hevur tikið við og nýggj grannskoðaranevnd mannað.

Val verður í Grønlandi 28. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609