- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 ár liðin síðani múrurin fall
25 ár liðin síðani múrurin fall
Dagurin verður hátíðarhildin í Berlin og í restini av Týsklandi í dag.

09.11.2014 - 11:08
Byrjað var at byggja múrin náttina millum 12. og 13. august 1961 og hann stóð í gott 28 ár til 9. november 1989.
Sovjetsamveldið fór undir at byggja múrin fyri at byrgja av Vesturberlin frá Eysturberlin og restini av Eysturtýsklandi. Vesturberlin hoyrdi til Vesturtýskland, men lá mitt í gamla Eysturtýsklandi. Endamálið við múrinum var at forða fyri, at fólk úr Eysturtýsklandi kundu ferðast til Vesturtýskland umvegis Vesturberlin.
Dagurin verður í dag hátíðarhildin í Týsklandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























