Fólkaatkvøða um loysing

Fólkaatkvøða um loysing
Landspartastjórnin í Katalonia í Spania skipar fyri fólkaatkøðuni, hóast myndugleikarnir í Madrid hava skýrt hana at vera ólógliga og ógylduga
 
09.11.2014 - 11:27

Í Katalonia í Spania hava tey í dag eina fólkaatkvøðu um at loysa frá Spania.

Talan er um eina fóltaatkvøðu, sum landspartastjórnin í Katalonia skipar fyri, men sum myndugleikarnir í Madrid fleiri ferðir hava skýrt at vera ólógliga og ógylduga. Eisini hægstirættur í Spania sigur fólkaatkvøðuna at vera ógylduga.

Kortini hevur stjórnin í Katalonia gjørt av at halda fram við fólkaatkvøðuni sum eina óformella og óbindandi fólkaatkvøðu. 

Loysingarflokkarnir í Katalonia vóna, at uppmøtingin til fólkaatkvøðuna verður so mikið stór, at hetta verða eini týðilig boð til sponsku myndugleikarnar um rættindini hjá katalonum at stjórna egnum landi.

Tilsamans 7,5 milliónir fólk búgva í Katalonia, og katalonski leiðarin Artur Mas hevur sagt, at um í minsta lagi hálv onnur millión íbúgvar atkvøða fyri loysing á fólkaatkvøðuni, fer hetta at geva Katalonia ein góðan trumf í hondini mótvegis sponsku stjórnini.

Meiningarkanningar vísa, at upp í móti 80 prosent av íbúgvunum í Katalonia vilja hava meira sjálvstýri. Og umleið helmingurin av íbúgvunum vilja loysa heilt frá Spania. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793