- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trappuuppgongd rapað í Danmark

Tvey fólk eru bjargað undan húsaleivdunum, ein av teimum hevur fingið álvarsligar løstir.
Enn vita mynduleikarni ikki, hví bygningurin rapaði. Men íbúðarbygningurin varð undir umvælingum, tá ein trappuuppgongd rapaði, og virkið NCC, sum ger umvælingararbeiðið, vil hava eina kanning at staðfesta, hvussu tað kundi henda, og hvør hevur ábyrgdina.
NCC vil sostatt ikki siga, hvørt virkið hevur nakra ábyrgd av hendingini, fyrr enn kanningin er liðug.
Tey sum búgva í trappuuppgongdini sum rapaði og í trimum trappuuppgongdum nærindis, eru flutt til Hotel Jutlandia í Frederikshavn, og tey fáa í boðið samrøðu við ein sálarfrøðing.
Teknikarar hjá løgregluni og danska arbeiðseftirlitið fara nú at kanna íbúðarbygningin, og staðfesta, hví trappuuppgongdin rapaði.
Úrslitini av kanningini verður væntandi tókt mánadagin.




























