Milliónir til privat virksemi hjá læknum

Milliónir til privat virksemi hjá læknum
Føroyska heilsuverkið brúkar fleiri milliónir krónur at gjalda serlæknum fyri privat virksemi, sum teir gera eftir arbeiðstíð.
 
09.11.2014 - 17:27

Tað vísir eitt yvirlit hjá Heilsumálaráðnum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Tey, sum tjena mest upp á privata virksemið, eru eygnalæknarnir.

Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru serlæknar settir í starv innan tey flestu økir. Serlæknarnir fáa løn frá heilsuverkinum fyri at vera í starvi á sjúkrahúsinum.

Men umframt vanligu serlækna-lønina rindar heilsuverkið fleiri milliónir aftrat til serlæknarnar. Hetta er fyri privatar viðtalur, sum læknarnir hava eftir arbeiðstíð. Viðtalur, sum vanliga verða gjørdar í hølunum á sjúkrahúsunum.

Kringvarpið hevur biðið Heilsumálaráðið um eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar pengar heilsuverkið hevur rindað serlæknum fyri privatar viðtalur seinastu árini.

 

4,3 milliónir í fjør

Yvirlitið vísir, at í fjør rindaði heilsuverkið í fjør serlæknum góðar 4,3 milliónir krónur fyri viðgerðir, sum verða gjørdar eftir vanliga arbeiðstíð.

Av hesum fór so nógv tað mesta til eygnalæknar, nevniliga beint undir 1,5 milliónir krónur. Tað vil siga meira enn ein triðingur er privat virksemi hjá eygnalæknunum.

Eisini oyrnalæknin tjenar nógvar pengar frá heilsuverkinum eftir arbeiðstíð. Oyrnalæknin fekk góðar 542.000 krónur fyri virksemi eftir vanliga arbeiðstíð í fjør. Men haraftrat rindaði heilsuverkið umleið 200.000 krónur til avloysarar innan hetta økið.

Eisini giktalæknin var ein stórur postur hjá heilsuverkinum í fjør, tá tað snýr seg um privatar viðgerðir. Giktalæknin fekk gott 700.000 krónur eftir vanliga arbeiðstíð í fjør, vísir yvirlitið hjá heilsumálaráðnum.

Upphæddirnar til privat virksemi hjá giktalæknanum eru meira enn tvífaldaðar síðan 2011. Tá fekk giktalæknin góðar 322.000 krónur fyri privata virksemið, men hetta er sum sagt farið upp um 700.000 krónur í 2013.

Útreiðslurnar til privata serlæknavirksemið hava ligið oman fyri fýra milliónir krónur í fleiri ár. Í 2005 var upphæddin 4,1 millión krónur. Størstu útreiðslurnar vóru í 2011, tá heilsuverkið rindaði serlæknunum beint oman fyri fimm milliónir krónur. 

 

Landsstýrismaðurin vil herða regglurnar

Lurta eftir samrøðu við Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, í tíðindunum klokkan 18. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793