Orka gevur fløgu út í Onglandi

Orka gevur fløgu út í Onglandi
Talan er um nýggjastu fløguna hjá bólkinum, Leipzig.
 
09.11.2014 - 11:17

Tónleikabólkurin Orka gevur nú fløgu út í Onglandi.
 
Talan er um nýggjastu fløguna hjá bólkinum, Leipzig, sum í summar kom út í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Sveits og Eysturríki gjøgnum TUTL.
 
Men nú hevur Orka júst gjørt avtalu við Cargo Records um eisini at geva fløguna út í Onglandi 15. desember í ár. 
 
Fløgan hevur higartil fingið góð ummæli fleiri londum. Millum annað skrivar Allscandinavia, at Leibzig verður at finna ovalaga á teirr lista yvir bestu útgávur í 2014.
 
Orka er broyttur frá at vera ein stórur bólkur við heimagjørdum ljóðførum til tveir mans á palli við nærum bert elektroniskum ljóðførum. Konsert verður við Orku fríggjadagin 14. november í Perluni í Havn, og tá verða fleiri onnur orkestur eisini at hoyra.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793