Stríð um granskoðarafrágreiðing

Stríð um granskoðarafrágreiðing
Grønlendingar vilja hava landstingsformannin at almannakunngerða granskoðarafrágreiðing um penganýtsluna hjá politikarum áðrenn val verður.
 
09.11.2014 - 15:10

Í Grønlandi er nógv trýst á sitandi landstingsformannin, Lars Emil Johansen, at fáa hann at almannakunngera granskoðarafrágreiðingina um penganýtsluna hjá politikarum áðrenn landstingsvalið 28. november.

Talan er um eina frágreiðing, sum landstingsgranskoðararnir hava bílagt og sum granskoðarafyritøkan Deloitte hevur gjørt. Kanningin fevnir um fráfarnu landstýrisforkvinnuna, Alequ Hammond, og sitandi og fyrverandi landsstýrisfólk.

Í september kom fram, at grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevði brúkt 106.000 krónur av almennum pengum upp á seg sjálva og familju sína í tíðini frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. 
Kanning var alt fyri eitt sett í verk av henni, núvernadi og fyrrvernadi landsstýrislimum. 

Kanningin er nú liðug, men virkandi landsstýrisformaðurin, Lars Emil Johansen, heldur fast um, at hann hevur ikki heimild at almannakunngera hana áðrenn valið. Hann vísir á, at hann hevur onga lógarheimild at almannakunngera eina frágreiðing, sum ein fráfarin nevnd av landstingsgranskoðarum hevur bílagt samstundis sum landsstýrið er upployst og sent til hús.

Tað er bara ein nýggj granskoðaranevnd í landstinginum, sum kann almannakunngera fágreiðingina, sigur Lars Emil Johansen við grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Men politikarar og veljarar vilja fegnir síggja granskoðarafrágreiðingina áðrenn valið, tí tey halda at veljarin annars atkvøður á skeivum grundarlagi, um tað eftir valið kemur fram, at persónar verða valdir í landstingið, sum hava misnýtt almennar pengar.

Í hesum døgum ringir eitt umboð fyri granskoðarafyritøkuna Deloitte til teir ymsu politikararnar, sum eru kannaðir, og fortelur teimum, hvat kanningin vísir fyri teirra viðkomandi. Og politikarar, sum hava fingið at vita, at teir ikki hava misbrúkt almennar pengar, greiða nú frá tí á Facebook, at teir eru reinir og ósekir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793