Soleiðis fullu atkvøðurnar í Grønlandi

Soleiðis fullu atkvøðurnar í Grønlandi
Siumut fekk 34,3 prosent av atkvøðunum, meðan Inuit Ataqatigiit fekk 33,2 prosent
 
29.11.2014 - 09:43

Tað var sera javnur dystur millum Siumut og Inuit Ataqatigiit á valinum í gjár. Men tá av tornaði gjørdist Siumut drúgvasti flokkurin. Siumut fekk 34,3 prosent av atkvøðunum, Inuit Ataqatigiit 33,2 prosent, Demokratarnir 11,8 prosent, Partii Naleraq 11,6 prosent, Atassut 6,5 prosent og Partii Inuit 1,6 prosent.

31 sessir eru í landstinginum í Grønlandi, og valúrslitið hevur við sær, at Siumut og IA fáa 11 tingsessir í part. Demokratarnir fáa 4 sessir. Partii Naleraq, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisformanninum, Hans Enoksen, fær 3 tingsessir. Og minsti flokkurin í landstinginum verður Atassut, sum fær 2 sessir. Partii Inuit sleppur ikki inn um tinggáttina hesaferð.

Flestu persónligar atkvøður fekk forkvinnan í IA, Sara Olsvig, sum fekk 5825 atkvøður. Næstflestar atkvøður fekk formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum fekk persónliga álitisváttan frá 4604 veljarum. Og nummar trý á toppskoraralistanum gjørdist Hans Enoksen í Partii Naleraq, sum fekk 2425 persónligar atkvøður. Hans Enoksen fór úr Siumut í januar í ár.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098