Grønland: Væntar nýtt landsstýri 12. desember

Grønland: Væntar nýtt landsstýri 12. desember
Formaðurin í landstinginum heldur ikki, at tað verður neyðugt við serligum tiltøkum at bjarga landskassanum.
Lars Emil Johansen er virkandi formaður í grønlendska landstinginum
 
02.12.2014 - 15:29

Virkandi landstingformaðurin í Grønlandi, Lars Emil Johansen, sigur í dag, at ganga landsstýrissamráðingarnar sum ætlað, væntar hann, at nýtt landsstýri kann veljast 12. desember.

Hann roknar ikki við, at tað verður neyðugt at seta serlig tiltøk í verk at bjarga landskassanum. Tað er nóg mikið at leingja galdandi játtanarlóg, sigur Lars Emil Johansen við grønlendska kringvarpið, KNR.

- Við fyrivarni rokni eg við, at vit fríggjadagin 12 desember kunnu velja landsstýrisformann og landsstýri og nýggjan formansskap fyri landstingið, sigur Lars Emil Johansen. 

Landstingið kann síðani í eini stuttari eykasetu samtykkja at leingja játtanarlógina, sum tryggjar, at allar skyldur hjá landskassanum verða hildnar, til landstingið kemur saman til regluliga tingsetu í februar, sigur hann.

Landstingsvalið, sum varð útskrivað í ótíð, hevur við sær, at neyðugt verður við eini fyribils fíggjarlóg, tí nýggja fíggjarlógin verður ikki avgreidd fyrr enn í vetrarsetuni næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086