Spardar oljuútreiðslur til bíligari ferðaseðlar

Spardar oljuútreiðslur til bíligari ferðaseðlar
Lági oljuprísurin júst nú fær meirilutan í Fíggjarnevndini at taka 5,4 milliónir krónur av játtanini til Strandafaraskip landsins
 
10.12.2014 - 08:16

Limirnir í Fíggjarnevndini hava álit á, at oljuprísurin ikki hækkar næsta ár. 

Men samgongan vil taka spardu pengarnar frá Strandferðsluni. Andstøðan vil lata stovnin sleppa at brúka pengarnar til annað.

Semja er tó um, at øll eiga ikki at gjalda tað sama fyri at sigla millum oyggjarnar. 

Missa 5,4 mió. kr.

Lági oljuprísurin júst nú fær meirilutan í Fíggjarnevndini at taka 5,4 milliónir krónur av játtanini til Strandafaraskip landsins.

Meirilutin heldur, at nú oljuprísurin er lækkaður munandi, eigur ein partur av hesi sparing at verða nýttur til vantandi viðlíkahald. Tó er møguligt at lækka játtanina seks milliónir krónur. 

Leiðslan á Strandferðsluni eigur at kanna, um til ber at prístryggja oljuprísin, nú hann er sera lágur í løtuni.

Meirilutin mælir tó ikki til at lækka játtanina seks milliónir, men 5,4, tí 600.000 kr. skulu brúkast at fíggja príslækkingar.

Ferðaseðlaprísurin

Samstundis heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, at príslækkingin eigur at koma teimum til góðar, sum ferðast regluliga. Tey, sum ikki ferðast so ofta, eiga at gjalda meira fyri ferðaseðilin.

 Minnilutin væntar eisini, at til ber at spara nakrar milliónir á oljukontuni næsta ár. Men minnilutin heldur ikki, at Strandfaraskip Landsins eiga at missa spardu pengarnar, sum, sambært minnilutanum, vera átta til tíggju milliónir krónur. 

Pengarnir skulu brúkast til at leggja upp fyri møguligum príshækkingum á olju, Smyril skal hava eykamanning, viðlíkahaldið skal økjast, og tey, sum búgva og arbeiða í útjaðaranum, eiga at gjalda minni enn onnur fyri ferðaseðilin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302