Føroyingur rokskipari í Grønlandi

23.12.2014 - 11:58
AktueltSamfelag
Føroyingur rokskipari í Grønlandi
Akamalik hjá Royal Greenland hevur fiskað fyri 200 milliónir kr. Jógvan Tróndarson er skipari
 

Rækjutrolarin Akamalik hjá Royal Greenland, sum hevur føroyskan skipara, hevur í ár fiskað fyri góðar 200 milliónir krónur av rækjum við Vesturgrønland.

Tað skrivar Sermitsiaq.

- Vit eru ernir av at forvinna so nógvan pening til reiðaríið, sigur Jógvan Tróndarson, skipari á Akamalik.

Einir 25 mans eru við Akamalik, sum hevur fiskað rækju á nýggjum fiskileiðum við Qaanaaq.

Ikki fyrstu ferð

Skiparin greiðir frá, at samstundis sum prísurin hevur verið sera góður, so hava teir fingið góða og stóra rækju á miðunum, og hann rósar manningini fyri at hava skapt so gott ársúrslit.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at júst Akamalik ger so góð hál fyri reiðaríið.

- Fyri 16 árum síðani vóru vit tann fyrsti trolarin hjá Royal Greenland, sum fekk rækjur fyri 100 milliónir krónur. Tá æt skipið Kaassassuk, men manningin er enn tann sama. Næsta ár fara vit at royna at røkka 300 milliónum, sigur Jógvan Tróndarson, skipari, við Sermitsiaq.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. juni
Einbúgvin av Viðareiði (1:2)
133159
Mánadag 5. juni
Norðurljóð 5.juni 2023
157953
Mánadag 5. juni
Danismur í Málteiginum
157934
Mánadag 5. juni
Góðan morgun Føroyar 05.06.2023
157933
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 6:6
157715
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Summarsál 1:6
157905
Leygardag 3. juni
Video: 5mf kvinnur, Norðoyastevna
157898