Sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og tannrøktarar størri rásarúm

Sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og tannrøktarar størri rásarúm
Heilsumálaráðið sigur, at orsøkin til uppskotið er, at heilsu- og røktarstarvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið í heilsuverkinum
Sjúkrarøktarfrøðingar skulu sambært uppskotinum sleppa at gera ávísar uppgávur, sum bara læknar kunna gera nú.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2025 - 15:29

Sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og tannrøktarar fáa størri rásarúm.

Ríkislógartilmæli er gjørt um at seta í gildi danska lóg um løggilding.

Uppskotið er til hoyringar nú.

 

Virkisøkið hjá tannrøktarum verður dagført og víkað. (Savnsmynd)

 

Gera ávísar læknauppgávur

Sjúkrarøktarfrøðingar skulu sambært uppskotinum sleppa at gera ávísar uppgávur, sum bara læknar kunna gera nú.

Til dømis taka blóðroynd, leggja katetur í, nýta og ávísa ávís koppingarevni og heilivág, og seyma sár, sum ikki eru í andlitinum.

Ávísir sersjúkrarøktarfrøðingar fáa virkisøki, sum fevnir um at ávísa heilivág, sum kann elva til bundinskap.

Ljósmøður og tannrøktarar fáa eisini dagført og víðkað virkisøki. 

 

Týdningarmesta tilfeingið

Orsøkin til uppskotið er, sigur Heilsumálaráðið, at heilsu- og røktarstarvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið í heilsuverkinum. 

Tí er avgerandi, at rammurnar fyri at útinna arbeiðsuppgávurnar eru so smidligar sum til ber, soleiðis at førleikar og yrkisføri vera nýtt mest skynsamt, sigur Heilsumálaráðið.

Ætlanin er, at lógarbroytigin skal koma í gildi 1. desember í ár.

Les meira um uppskotini her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065