Fýra systar áttu einaferð alla Skúvoynna

Fýra systar áttu einaferð alla Skúvoynna
Skjalið um Skúvoyarsystrarnar, sum er innbundið í Kongsbókina, vísir, at longu í byrjanini av 15. øld stríddust kvinnur fyri egnum rættindum í tí føroysku rættarskipanini
 
04.06.2025 - 20:00

Skrivað og lisið upp: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1731390

 

Á einum lepa, sum er innbundin í Kongsbókina, er ein stutt frásøgn um fýra systrar í Skúvoy, sum ljóðar soleiðis: 

"Tær vóru fýra systrar í Skúvoy, Sjúrðar døtur. Ein var Ingibjørg, móðir Sesiliu, sum Torbergur í Gøtu fekk. Onnur var Gisleyg, hin triðja æt Margretha, hin fjórða æt Oddvør, og áttu tær hvør sín fjórðing í Skúvoy."

Skriftin líkist nógv skriftini í einum brævi frá 1407, har tey sonevndu Húsavíkarbrøvini eru avritað, og tí kann verða mett, at lepin er skrivaður umleið um hetta mundið.  

Við støði í, at lepin er innbundin í Kongsbókina, kann eisini verða mett, at hann eins og brævið frá 1407 er vorðin til í rættarskipanini og so statt er eitt rættarligt skjal. Hann var ein staðfesting av, hvussu ognarviðurskiftini vóru í Skúvoy. 

 

11 skattgjaldandi húsarhald

Skúvoy er næstan 60 merkur, og í 1584 vóru umleið helvtin av hesum kongsjørð og helvtin óðalsjørð.

Jørðin var sundurbýtt millum fýra garðar, sum nevndust Breiðastova, Stórastova, Sýslumansstova og Úti í Horni, og 11 skattgjaldandi húshald róku hesar garðar.  

Út frá jarðarbókini frá 1584 kann verða mett, at í umleið 1300, tá ið kongsskattaskipanin varð sett í verk, vóru tey seks húshald, sum róku teir fýra garðarnar í Skúvoy. 

Teksturin á lepanum í Kongsbókini má tí skiljast soleiðis, at tær fýra systrarnar í Skúvoy sótu við allari kongsjørðini og allari óðalsjørðini í oynni og leigaðu partar av jørðini út.  

 

Høvdu arvað jørðina

Eisini má teksturin skiljast soleiðis, at systrarnar høvdu arvað jørðina frá faðir teirra, sum æt Sjúrður, bæði kongsjørð og óðalsjørð, og at faðir teirra hevur verið ein stórur jarðardrottur og havt fleiri leigubøndur.  

Góðs hansara í Skúvoy hevur sostatt verið næstan eins stórt og Húsavíkargóðsið, sum hin ríka Guðrun Sjúrðardóttir, tann sonevnda “húsfrúgvin í Húsavík”, arvaði eftir mann sín síðst í 1300-talinum.

Húsavíkargóðsið varð umleið 77 merkur, og Skúvoyargóðsið næstan 60 merkur.

Eftir skriftini á lepanum í Kongsbókini at døma, hava Guðrun í Húsavík og Sjúrður í Skúvoy livað umleið í somu tíð. 

 

Samband við arvalóggávuna

Hví tað hevur verið so umráðandi hjá rættarskipanini at skriva upp, at tær fýra systrarnar ráddu yvir jørðini í Skúvoy, vita vit ikki við vissu, men helst hevði tað samband við arvalóggávuna, sum stendur í Kongsbókini. 

Helst hevur tað snúð seg um tað sama, sum tað snúði seg um í rættarmálinum um Húsavíkargóðsið í tíðarskeiðinum 1403-1407.  

Í málinum um arvin eftir Guðruna í Húsavík snúði tað seg um at staðfesta, hvørjar ognir í búnum stavaðu frá manninum, og hvørjar ognir vóru arvur frá faðir hennara og tí serogn, sum ikki skuldu teljast við í trotabúnum eftir mannin. 

 

Kvinnur stríddust fyri egnum rættindum

Kanska vóru royndirnar úr Húsavíkarmálinum orsøk til, at rættarskjalið um ognarviðurskiftini í Skúvoy varð skrivað.

Og helst hevur endamálið við uppskriftini verið at staðfesta, at jarðarognirnar, sum tær fýra systrarnar sótu við, vóru arvur frá faðir teirra og tí serogn, sum húsbøndur teirra ikki høvdu fult ræði á.  

Eins og málið um Húsavíkargóðsið tykist skjalið um Skúvoyarsystrarnar tí at sýna, at í byrjanini av 15. øld stríddust kvinnur fyri egnum rættindum í tí føroysku rættarskipanini. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074