Búnaðargrunnurin ikki avgreitt umsóknir

Búnaðargrunnurin ikki avgreitt umsóknir
Í hálvt annað ár hevur Búnaðargrunnurin lagt til viks umsóknir um at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Tíggju slíkar umsóknir eru lagdar til viks
Í hálvt annað ár legði Búnaðargrunnurin tíggju umsóknir um at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv til viks. Ivi hevur verið um heimildina hjá grunninum at lata fígging
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

07.01.2015 - 09:55

Harafturat hevur Búnaðargrunnurin fingið, sum hann sigur, eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til mjólkarkvotur og festibrøv. Svarið hevur hvørja ferð verið nei. Orsøkin er ivi um heimildina hjá grunninum at lata slíka fígging.

Fiskimálaráðið boðaði í mai í fjør Búnaðargrunninum frá, at ráðið ivast í, um lógarheimild er at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Men tá fekk Fiskimálaráðið at vita frá leiðsluni í Búnaðargrunninum, at hon hevði longu avgjørt ikki at lata slíka fígging.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um lógarheimildina at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Mjólkarkvotur gjørdust umsetiligar, tær kundu seljast, í 2004. Fyrstu tíðina kundu tær ikki veðsetast.

Í 2006 byrjaði Búnaðargrunnurin at lata teimum fígging, sum keyptu mjólkarkvotur. Í 2007 gjørdust festibrøv eisini umsetilig, og tá fór Búnaðargrunnurin eisini at fíggja festibrøv.

Kannaðu um heimild var at lata fígging

Á sumri í 2013 varð farið at kanna, um Búnaðargrunnurin hevði heimild at lata hesa fígging. Millum annað boðaði ein stýrislimur í Búnaðargrunninum Fiskimálaráðnum frá, at heimild ikki er at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur.

Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið eftir drúgva umhugsan og lógartulking kom til ta niðurstøðu tíðliga í 2014, at heimildargrundarlagið er ivasamt.

Enn er tó einki gjørt fyri at gera lógargrundarlagið soleiðis, at eingin ivi er. Búnaðargrunnurin fekk bæði nýggjan stjóra og nýtt stýri í fjør. Jacob Vestergaard sigur, at sjálvur hevur hann onga niðurstøðu um spurningin.

Jacob Vestergaard ætlar sær at ráðføra seg við nýggja stýrið í Búnaðargrunninum og við stjóran um, antin rættast er at broyta lógina, ella um rættarstøðan eigur at vera, sum hon er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982