Tónleikarar á MíttLand fáa loksins løn

Tónleikarar á MíttLand fáa loksins løn
Tónleikararnir, ið spældu á MíttLand í september í fjør, fáa nú pening frá fyriskiparanum, hóast 200.000 krónur vórðu stolnar tá tiltakið var
200.000 krónur vórðu í september í fjør stolnar frá tónleikatiltakinum, MíttLand. Nú fáa tónleikararnir, ið spældu, útgoldið pening frá fyriskiparanum
Mynd: röddin.fo  
 
10.01.2015 - 11:15

- Eg havi goldið teimum fyrstu tónleikarunum løn. Um eina viku hava øll tey, ið spældu á MíttLand í fjør, eisini fingið sín pening, sigur Gudmund Djurhuus, høvuðsfyriskipari av MíttLand.

Tað var 5. og 6. september í fjør, at skipað varð fyri føroyskum tónleikafestivali á Amager. Tá fyriskipararnir gjørdu festivalin upp, varð eisini greitt, at útivið 200.000 krónur vórðu stolnar.

SÍ EISINI Løgreglan kannar stuldur á MíttLand

Nú, fýra mánaðir seinni, fáa tónleikararnir, ið spældu á MíttLand, loksins pening fyri framførslur sínar. Tað er ikki tí at fyriskipararnir hava fingið stolna peningin aftur, at tónleikararnir nú fáa løn.

Konsert á Tvøroyri fíggjar stuldurin

Tær 200.000 krónurnar, ið vórðu stolnar frá MíttLand í september í fjør, eru ikki komnar afturíaftur enn. Tí mátti fyriskiparin, Gudmund Djurhuus, fíggja stuldurin á MíttLand á annan hátt.

- Eg mátti skipa fyri eini konsert á Tvøroyri ímillum jól og nýggjár, soleiðis at tónleikararnir á MíttLand kundu fáa sín pening, tí eg má jú koma víðari, sigur Gudmund Djurhuus.

27. desember varð skipað fyri konsert við Alex Bærentsen, Kristinu Bærentsen, Evi Tausen og Hallelujah Sofus. Yvirskotið frá konsertini verður nú brúkt at gjalda lønarútreiðslurnar til MíttLand 2014.

Kanna um málið kann fara í rættin

Málið varð latið løgregluni í Keypmannahavn í september, so skjótt fyriskipararnir varnaðust, at peningur, ið var komin inn á tiltakinum, var horvin.

Enn er tó ikki vist, um haldgóð prógv eru fyri, at málið kann lætast rættinum at taka støðu til. Fyriskiparin, Gudmund Djurhuus, varð avhoyrdur av løgregluni mánadagin, og fleiri onnur fólk skulu nú eisini avhoyrast.

- Nú fáa vit so at síggja, um nóg mikið av prógvum eru til at rætturin kann taka støðu í málinum, sigur Gudmund Djurhuus. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, um MíttLand verður aftur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425