Størsti lønarvøkstur í sjey ár

Størsti lønarvøkstur í sjey ár
Lønarvøksturin í 2013 var 5,7 prosent meira enn í 2013. Vøksturin er tann størsti í sjey ár, vísa hagtøl
Í 2013 vórðu goldnar 7,6 milliardir krónur í lønum í Føroyum, ið er størsti lønarvøkstur síðani 2008
 
12.01.2015 - 16:50

<p>Í fjør vórðu goldnar 7,6 milliardir krónur í lønum í Føroyum. Tað eru 5,7 prosent meira enn í 2013. Hetta er størsti vøkstur síðani 2008, tá vøksturin var átta prosent, upplýsir <a href="http://www.hagstova.fo/fo/tidindi/2015/01/storsta-framgongdin-i-lonunum-... target="_blank">Hagstovan</a>.</p>

<p>Lønarvøkstur var í flestu vinnugreinum í fjør. Bara í vinnugreinunum “Postur og samskifti” og “Fígging og trygging” var minni goldið í løn í fjør enn árini framvegis. Størsti lønarvøksturin í fjør var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi, 14,5 prosent.</p>

<p>Ein støðugt vaksandi partur av lønargjaldingunum í Føroyum kemur frá tænastuvinnum, almennum og privatum, men parturin hjá framleiðsluvinnunum minkar. Framleiðsluvinnan átti næstan 50 prosent av lønunum fyri 30 árum síðani. Nú eigur hon 30 prosent.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210