Undirvísingin á Setrinum verður nú eftirmett

Undirvísingin á Setrinum verður nú eftirmett
Týsdagin verður greitt, í hvønn mun Fróðskaparsetrið livir upp til altjóða krøv, tá ein serfrøðinganevnd kunnger sína niðurstøðu
Góðskan á undirvísingini á Fróðskaparsetrinum verður nú eftirmett. Niðurstøðan verður kunngjørd týsdagin
Mynd: Fróðskaparsetur Føroya  
 
12.01.2015 - 18:58

<p>Í morgin fer ein serfrøðinganevnd at leggja fram sína niðurstøður av kanningum, hon hevur gjørt av Fróðskaparsetrinum seinasta árið. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti í 2013 eina serfrøðinganevnd at eftirmeta Setrið.</p>

<p>Endamálið við eftirmetingini er at tryggja, at stovnurin livir upp til altjóða krøv, sum verða settar til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar. Nevndin er nú liðug og fer í morgin at almannakunngera sínar niðurstøður og koma við tilmælum.</p>

<p>Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari á Universitetinum í Keypmannahavn, Jón Torfi Jónasson, professari á Háskóla Íslands og Jürg Glauser, professari, sum starvast á universitetunum í ávikavist Zürich og Basel.</p>

<p>Hetta er fyrsta eftirmetingin av sínum slag av Fróðskaparsetrinum. Framløgan av eftirmetingini verður í Mentamálaráðnum í morgin klokkan 15, og framløgan er almenn.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210