Streymurin fór (aftur) í morgun

Streymurin fór (aftur) í morgun
Fimta streymslitið hjá SEV, síðan nýggjár, var fyrr í morgun, tá fólk í Suðuroy mistu streymin í umleið ein tíma
Fimta streymslitið hjá SEV var fyrr í morgun, tá Suðuroyggin misti streymin í umleið ein tíma
 
27.01.2015 - 08:12

Fimta streymslitið hjá SEV nú í januar var fyrr í morgun, tá Suðuroyggin misti streymin, skrivar heimasíðan hjá Suðuroyarportalinum á netinum, sudurras.fo

Um hálvgum sekstíðina í morgun fór streymurin í Suđuroynni og var burturi í útivið ein tíma ella so. Higartil í ár, nú 27 dagar eru farnir í árinum, er talan um fimta streymslitið.

- Vit sleppa ongantíð heilt undan streymsliti. Roynt verður av øllum alvi at fyribyrgja, at streymurin fer, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, við Dag & viku í seinastu viku.

- SEV fer at broyta mannagongdir, so sleppast kann undan streymsliti, segði nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, við útvarpið fyrr í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815