Fótbóltsvøllurin á Eiði skal hava graslíki

Fótbóltsvøllurin á Eiði skal hava graslíki
Eiðis kommuna og P/F Føroya Møblasøla, hava í dag undirskrivað sáttmála, sum sigur, at veitarin skal leggja nýtt graslíki á vøllin í Hólmanum
Jógvan í Skorini og Birgir Andreasen
Mynd: eiðiskommuna  
 
12.02.2015 - 15:05

Arbeiðið við at gera nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum á Eiði gongur framá, og longu í summar liggur eitt spildurnýtt graslíki á vøllinum.

Talan er um sama graslíki, ið liggur á fótbóltsvøllinum við Stórá í Trongisvági. Hetta er ein felags avgerð, ið vit hava tikið í samráð við millum annað venjarar og spælarar í EB/Streymi, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Áðrenn graslíkið kann leggjast á, skal ymiskt fyrireikingararbeiði gerast, og hetta fer Eiðis kommuna nú at syrgja fyri, soleiðis at klárt verður at taka ímóti nýggja graslíkinum. Eftir ætlan verður byrjað at leggja graslíkið á tann 1. juni í ár, og arbeiðið kann væntast at taka umleið ein mánað

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858