Átta fyritøkur selja fyri fimm milliardir

Átta fyritøkur selja fyri fimm milliardir
Ein greið miðsavnan av tilfeingisvinnuni er farin fram seinastu árini, skrivar Dimmalætting
Átta fyritøkur selja fyri fimm milliardir
Mynd: Dimmalætting  
 
13.02.2015 - 12:24

Blaðið hevur greinað roknskapirnar hjá 8 familjufyritøkum í Føroyum í 2013, og tær standa fyri tilsamans 82 prosentum av útflutninginum sama árið sambært blaðnum.

Fyritøkurnar talan er um, eru alifyritøkurnar Bakkafrost, Luna og Marine Harvest og reiðaríini Varðin, JFK, Palli hjá Mariannu, Framherji og Enniberg. Hesar átta fyritøkur umsettu fyri meira enn 5 milliardir krónur í 2013. Sama ár var samlaði útflutningurin í Føroyum góðar seks milliardir krónur.

Bakkafrost, sum hevur nógv flest aliloyvir - 15 í tali, umsetti fyri 2,4 milliardir krónur í 2013 - tað er meira enn ein triðjingur av føroyska útflutninginum tað árið. Umleið 1.600 fólk vóru í starvi hjá hesum átta fyritøkum í 2013. Nógv tey flestu hjá Bakkafrosti, sum hevði 640 fólk í starvi í 2013 meðan PF Varðin hevði 312 heiltíðarstørv hetta tíðarskeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870