SÍ steypavinnari

SÍ steypavinnari
SÍ var undirtippað undan finaluni móti ÍF, men í einum sera spennandi fimm settara, stríddust sørvingar seg til sigurin
 
14.02.2015 - 19:17

Steypið er komið aftur til Sørvágs. 

Triðja árið á rað møttust ÍF og SÍ í steypafinaluni hjá monnum. ÍF vann bæði í 2013 og í 2014.

Men í ár áttu sørvingar tørn.

ÍF vann fyrsta settið, og teir vóru eisini odda við fimm stigum í øðrum setti, men tað eydnaðist SÍ at venda tí og vinna tað 26-24.

Hetta varð rættiliga avgerandi fyri dystargongdina, tí hetta gav SÍ trúnna uppá, at tað bar til.

SÍ kom eisini á odda 2-1 í settum, men ÍF javnaði til 2-2.

Fimta settið hevði allan tann dramatikkin, sum ein flogbóltsáskoðari kann ynskja sær. Spenningurin helt sær allan vegin.

Endin var tó, at SÍ vann 15-13.

Hetta er fimtu ferð, at SÍ vinnur steypakappingina hjá monnum.

Eftir dystin blivu bestu leikararnir heiðraðir. Boban Ilic varð valdur til besta leikara hjá ÍF, og John Olivar Edvardsson varð valdur til besta leikara hjá SÍ.

Framtíðin sær bjørt út hjá SÍ, tí felagið er væl umboðað í ungdómsfinalunum sum verða í morgin.

SÍ er við hesum finalum: Gentur 14, dreingir 14, gentur 16, dreingir 16 og í mannsunglingum.

 

ÍF - SÍ 2-3 (25-20, 24-26, 20-25, 25-19, 13-15)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Meira um sama evni