Bjørn leggur skúlar í deplar

Bjørn leggur skúlar í deplar
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoynni og deildin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali verða løgd saman í ein skúladepil longu í vár
Nýggi skúladepilin í Marknagili skal verða liðugur til skúlaársbyrjan næsta ár.
 
23.02.2015 - 08:06

Lógin, sum skal loyva landsstýrismanninum í mentamálum at skipa yrkisskúlar og miðnámsskúlar í skúladeplar, er send til hoyringar.

Lógin avger tó ikki, hvussu nógvir deplar vera, ella hvar í landinum, teir skulu vera.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoynni og deildin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali verða løgd saman í ein skúladepil, ætlandi longu í vár.

Enn er ikki avgjørt, um Tekniski Skúlin í Klaksvík verður við í deplinum í Eysturoynni, um hann heldur fram sum sjálvsognarstovnur, ella hann verður sjálvstøðugur depil. 

Støða er heldur ikki tikin til at broyta bygnaðin hjá HF-skeiðnum í Klaksvík.

Fer í Marknagilsdepilin

Miðnámsskúlin í Suðuroynni er deild í Føroya studentaskúla og HF-skeiði og fer saman við teimum í Marknagilsdepilin.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er sjálvstøðugur skúli. Ikki er avgjørt enn, um Fiskivinnuskúlin fer at varðveita sína støðu, ella um hann verður partur av onkrum depli. 

Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í løgtinginum herfyri.

Hann segði eisini, at søkt verður eftir stjóra til Marknagilsdepilin í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576