Grein um CTD í altjóða tíðarriti

Grein um CTD í altjóða tíðarriti
Kanning vísir, at tað er sera umráðandi at taka heilivág fyri CTD, tí annars fellur karnitinið í blóðinum
Jan Rasmussen, lækni, hevur skrivað grein um CTD í altjóða tíðarriti
 
24.02.2015 - 15:10

Nýggj grein um CTD er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum JIMD Reports. 

Millum høvundarnar er Jan Rasmussen, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni. 

Í greinini verður greitt frá, hvussu karnitin virðini falla í vødda, blóði og landi hjá sjúklingum við ringum slagi av CTD, tá dagliga karnitin ískoyti verður steðgað.

Umráðandi at taka heilivágin

Kanningin vísti, at fría karnitinið í blóði fellur niður í helvt longu 5-9 tímar aftaná seinastu inntøku av karnitintablettum. Tískil er umráðandi hjá sjúklingunum at taka karnitin regluliga í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin. 

Eisini varð staðfest, at innihaldið av karnitini í vøddunum er sera lítið hjá sjúklingunum, hóast teir taka stórar nøgdir av karnitini dagliga.

Kanningin varð gjørd á Landssjúkrahúsinum, og onnur úrslit frá kanningunum verða almannakunngjørd í komandi greinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751