Keypir Sendistovuna og fer frá sum stjóri í Nema

Keypir Sendistovuna og fer frá sum stjóri í Nema
Christian Nagata heldur fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur
 
25.02.2015 - 09:44

Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nema-samtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur.

- Eg og nevndin eru samd um, at tíðin er búgvin til at lata nýggjar kreftir føra Nema víðari, sigur Christian Nagata.

Sendistovan varð stovnað í 2007. Fyritøkan hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.

Nema er heildarveitari innan kt, skrivstovulutir og innbúgv. Í Nema, sum hevur deildir í Tórshavn og í Klaksvík, starvast 70 fólk.

Christian Nagata fer úr starvi 28. februar, og tá tekur Júst í Túni Vang, fíggjarleiðari í Nema, við sum fyribils settur stjóri.

Samrøða verður við Christian Nagata í útvarpstíðindunum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087