Russiskt skip í Kollafirði selt til Danmarkar

Russiskt skip í Kollafirði selt til Danmarkar
Ros, sum hald varð lagt á í 2008, fer úr Føroyum, tá tað viðrar
 
04.03.2015 - 14:30

Russiski trolarin Ros, sum føroysku myndugleikarnir løgdu hald á  í juli 2008 fyri ólógliga fiskiveiðu, er nú loksins seldur. 

Ros varð seldur á almennum uppboði, og inn komu trý boð. Hægsta boðið, 100.000 krónur, átti eitt norskt felag. Men tað varð tikið aftur.

Síðani fekk eitt danskt felag, sum átti næsthægsta boðið, 35.000 krónur, møguleikan at keypa Ros, og sølan endaði. 

Triðja og lægsta boðið kom úr Føroyum, men John Kølbæk, fúti,  vil ikki upplýsa, hvør átti hetta boðið

Tá tað viðrar, koma donsku keypararnir til Føroya eftir skipinum. 

Reiðaríið á húsagang

Reiðaríið, sum átti Ros, er farið á húsagang, og ákæruvaldið hevur havt ábyrdina av skipinum.

Áðrenn skipið varð lýst til sølu, hevði ákæruvaldið roynt at fingið fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum. Eisini hevur verið roynt at fáa samband við bústjóran, men tað hevur heldur ikki eydnast, kanska tí trotabúgvið er uppgjørt.

Ros varð saman við einum øðrum skipi tikin fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008. Skipararnir fingu 100.000 kr.í bót í part, umframt at hald varð lagt á veiðu og reiðskap.

Ákæruvaldið metti, at tað var nóg mikið at leggja hald á annað skipið, tí tað kundi tryggja, at bótin varð goldin, og at peningur fekst fyri tað, sum hald varð lagt á.

Tí varð fiskurin úr Ros skipaður umborð á hitt skipið, sum síðani fór úr Føroyum. 

Men bótin og havnagjald í Føroyum eru framvegis ikki goldin, tí russiska reiðaríið, sum átti skipini, er farið á húsagang. 

Kendu seg lumpaðar

Finn Ougaard, fyrrverandi varafúti, segði í samrøðu við Útvarpið í 2010, at ákæruvaldið kendi seg lumpað í málinum.

- Vit vóru ov góðtrúgvin, tá vit lótu hitt skipið fara av landinum við veiðu og útgerð, segði Finn Ougaard.

Hvussu og er og ikki, - ákæruvaldið, sum legði hald á Ros, noyddist at rinda havnargjald fyri skipið, - og talan hevur verið um einar 10.000 krónur um mánaðin.  Sostatt hevur skipið kostað fútanum hesi skjótt átta árini, tað hevur ligið við bryggju í Kollafirði, 780.000 krónur í havnagjaldi.

John Kølbæk vil ikki gera viðmerkingar til havnagjaldið, men fegnast bara um, at málið um Ros nú er endað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459