Tingið viðger pensjónshækking í dag

Tingið viðger pensjónshækking í dag
Sambært uppskotinum hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, verður hækkingin 350 kr. um mánaðin, ella 4.200 kr. um árið
 
12.03.2015 - 09:34

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hækka viðbótina til fólkapensjónistar 1. juli. 

Hækkingin verður 350 kr. um mánaðin, ella 4.200 kr. um árið.

Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí 10 milliónir kr. eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, meðan tørvurin í ár verður 13,7 milliónir kr. Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir kr. aftrat til ætlanina.

Næsta ár verður hækkingin galdandi alt árið, og tá verður tørvurin 23,1 milliónir kr.

Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti, í ár 4,8 milliónir kr., og næsta ár 8,2 milliónir kr., sæst í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264