NemID ikki talgild undirskrift

NemID ikki talgild undirskrift
Tað er ikki ætlanin, at føroyingar skulu nýta NemID-skipanina í sínum talgilda samskifti við almennar mynduleikar, sigur Jørgen Niclasen.
 
21.03.2015 - 13:24

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivar í svari til Høgna Hoydal um NemID, at vit ikki eiga at lata okkum trýsta til at seta í verk hesa donsku KT-skipanina, og nýta hana sum eina talgilda undirskrift í Føroyum. Landsstýrismaðurin vil tó ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at lóggáva allir upplýsingar aftur til Føroya. Hann vil heldur bíða eftir úrslitinum av tí greiningararbeiði, ið landsstýrið júst hevur sett í gongd, og sum skal enda við eini KT-strategi fyri Føroyar, sum ein talgild undirskrift eisini er partur av. 

Pengar settir av til talgilding

Á fíggjarlógini fyri 2015 eru tvær milliónir settar av til talgilding av samfelagnum, og greiningararbeiðið, sum arbeiðsbólkurin er settur at gera, skal verða liðugt í ár.  

Jørgen Niclasen skrivar í svarinum, at tað leysliga verður mett, at ein samskipað talgilding av Føroyum fer at gera raksturin millum 30 og 50 milliónir krónur bíligari. NemID loysnin, sum peningastovnarnir nú fara at nýta, er ikki ein talgild undirskrift, men eitt trygt log-in, skrivar hann.

Veit ikki hvørjar avleiðingarnar eru

Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnir at menna føroyskar loysnir og førleikar, nú bankarnir flyta allar sínar KT-trygdarskipanir av landinum. Til hetta svarar Jørgen Niclasen, at tað er ikki gjørd nøkur greining, sum í krónum vísir avleiðingarnar fyri føroyska búskapin og føroyska KT-vinnu, men yvirskipað kann sigast, at ynskiligt hevði verið um peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni og valt føroyskar loysnir, skrivar landsstýrismaðurin. 

Ongar upplýsingar um kostnað

Landsstýrismaðurin kann heldur ikki svara uppá, hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir utanlands. Hesar upplýsingarnar hevur hann ikki atgongd til. Hann vísur til eitt svar frá Felagnum peningastovnar, sum skrivar, at peningastovnarnir ikki kunnu svara hesum spurningi, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitarum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar. 

Dátueftirlitið skal hava eftirlit við trygdini

Høgni Hoydal spyr eisini um, hvørja trygd landsstýrismaðurin kann veita einstøkum borgarum, at teirra upplýsingar eru tryggir. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at hann ikki hevur møguleika at veita einstøkum borgarum ávísa KT-trygd, men kann staðfesta, at útlendski veitarin av skipaninum til peningastovarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at peningastovnarnir hava sent fráboðan til Dátueftirlitið um flyting av upplýsingum til donsku fyritøkuna, ið eigur NEM ID. Og at uppgávan hjá Dátueftirlitinum er, av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta, at ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bara fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179