Borgarstjórin mist meirilutan

Borgarstjórin mist meirilutan
Nevndirnar í Fuglafjarðar býráð vórðu mikukvøldið umskipaðar eftir at samgongan herfyri skrædnaði. Býráðsmeirilutin er umskipaður
Býráðsmeirlutin í Fuglafjarðar býráð er umskipaður, eftir at Sonni á Horni, borgarstjóri, herfyri misti meirlutan í býráðnum
 
26.03.2015 - 15:54

Býráðsmeirlutin í Fuglafjarðar býráð er umskipaður, eftir at Sonni á Horni, borgarstjóri, herfyri misti meirlutan í býráðnum, tí listi A og Magnus S. Midjord á lista D, sum er listin hjá borgarstjóranum, herfyri tóku seg úr samgonguni.

Í brævi til fyrisitingina 19. mars, hava listi A og B, saman við Magnusi S. Midjord, ið er valdur á lista D, boðað frá, at teir hava skipað meirluta, og tí ynsktu teir, at nevndirnar vórðu valdar av nýggjum.

Nýggi meirlutin í Fugljafjarðar býráð hevur formanssessirnar og næstformennirnar í nærum øllum býráðsnevndum eftir, at nevndirnar vórðu umskipaðar mikukvøldið.

Fleiri nevndir nýggjar formenn

Nýggjur formaður í teknisku nevnd er Dánjal Vang, á lista A, sum er vorðin formaður eftir Petur Abrahamsen ,á lista D. Listi A fór úr samgonguni herfyri.

Nýggjur næstformaður er Jann Toftegaard, listi A, sum hevur tikið sætið í býráðunum fyri Birgir Petersen, sum hevur biðið um farloyvi úr býráðnum í óásetta tíð, tí hann er til skips.

Magnus S. Midjord, á lista D, heldur fram sum formaður í Vinnunevndini. Magnus S.Midjord fór úr gomlu samgonguni, og er partur av nýggja meirlutanum, Sigurð S. Simonsen, á lista B, heldur fram sum næstformaður.

SÍ EISINI Opið stríð í Fuglafirði

Sigurð S. Simonsen, er nýggjur formaður í Sosialu nevnd, og Sigga Óladóttir Joensen, sum er í gomlu samgonguni á lista D, er farin frá. Dánjal Vang, á lista A, heldur fram sum næstformaður.

Nýggjur formaður í Mentamálanevndini er Eyðun á Lakjuni, á lista B, og næstformaður er Jann Toftegaard. Frammanundan var Árant Berjastein, á lista D, formaður.

Sonni á Horni, borgarstjóri, sum er valdur fyri lista D, heldur fram sum formaður í fíggjarnevndini, tí borgarstjórin er fastur limur og formaður í fíggjarnevndini.

Sonni á Horni heldur fram sum borgarstjóri, tí borgarstjórin er valdur fyri fýra ár. Magnus S. Midjord heldur fram sum varaborgarstjóri, tí varaborgarstjórin er eisini valdur fyri fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328