Eingin varskógvaraskipan

Eingin varskógvaraskipan
Fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, fáa onga varskógvaraskipan. Samgongan heldur, at ein slík skipan er óneyðug, og feldi uppskotið til samtyktar
Samgongan feldi uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum
 
30.03.2015 - 08:14

Samgongan feldi uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.

Samgongan heldur, at ein slík varskógvaraskipan er óneyðug. Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, sigur samgongan.

Og starvsfólk hava nógvar møguleikar. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum.

Vildu hava landsstýrið at gera skipanina saman við kommununum

Tjóðveldi sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna. Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at vera tryggjað í lóg.

Tað er hendan lógin, sum Tjóðveldi vildi hava landsstýrið at gera í samráði við kommunurnar.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum legði uppskotið fram, vísir á, at fyri stuttum kom landsstýrið við uppskoti um at áleggja bankunum við lóg at hava varskógvaraskipan, eina skipan, sum ger, at bankastarvsfólk dulnevnd kunnu boða frá um óreglusemi í bankanum.

Men hendan møguleikan vil samgongan ikki geva almennum starvsfólkum. Er hetta enn eitt dømi um, at peningur fær størri trygd og rættindi enn menniskju, spyr Kristina Háfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328