Finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála

Finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála
Fyrr ella seinni eigur tilboð at vera í fólkaskúlanum til tey, sum eru lesi- og skriviveik, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Fyrr ella seinni mugu tilboð vera í fólkaskúlanum til lesi- og skriviveik, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
31.03.2015 - 10:40

- So leingi vit ikki kunnu bjóða eitt nøktandi tilboð til teirra, sum hava álvarsligar lesi- og skrivitrupulleikar í fólkaskúlanum, er felagið fyri lesi- og skriviveik besta tilboðið, men fyrr ella seinni mugu tilboð vera í fólkaskúlanum til teirra, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Herálvur Jacobsen finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála, tí enn er einki tilboð í fólkaskúlanum. Hann vísir á, at uppgávan í løtuni er hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik, sum ger eitt stórt arbeiðið, heldur Herálvur Jacobsen.

Hann eftirlýsir, at økið verður raðfest og samskipað betri innan skúlagátt. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur orðað álit og tilmæli um sernámsfrøðiliga økið í Føroyum, er at samskipa játtanina, sum fer til felagið fyri lesi- og skriviveik, við Sernám og skúlaøkið.

Játtanin tvífaldað seinastu fýra árini

Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur fingið játtan á løgtingsfíggjarlógini í fleiri ár, og játtanin skal nýtast til at styrkja undirvísingina av lesi- og skriviveikum.

Tey fyrstu árini var játtanin lítil. Síðan 2011 er hon kvinkað úr kr. 600.000 upp í 1,3 millión krónur.

- Hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á undirvísing fyri lesi- og skriviveik. Hinvegin vísir gongdin eisini, at talan er um eitt øki innan fólkaskúlan, sum avvarðandi myndugleikar als ikki hava raðfest, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521