Jørgen svarar Bjarna skjótari enn øðrum tingfólkum

Jørgen svarar Bjarna skjótari enn øðrum tingfólkum
Fyri aðru ferð í vetur hevur Bjarni Djurholm spurt Jørgen Niclasen um politikkin hjá samgonguni
Bjarni Djurholm bíðar ikki leingi eftir svari frá Jørgeni Niclasen
 
01.04.2015 - 12:49

Nýggja skattaskipanin hevur ikki broytt skattaviðurskiftini stórvegis, tá um eftirlønina ræður. 

Men hinvegin ger flatskattaskipanin, at tey, sum vilja betra livikorini hjá sær og sínum við at arbeiða nakrar tímar eyka, nú fáa nógv meira útgoldið enn frammanundan.

Hetta er eitt svar av nógvum frá Jørgeni Niclasen til partamannin Bjarna Djurholm. 

Spyr um politikkin hjá samgonguni

Fyri aðru ferð í vetur hevur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, brúkt grein 52 í tingskipanini til at spyrja Jørgen Niclasen, landsstýrismann hjá Fólkaflokkinum, um politikkin hjá samgonguni.

Seinast spurdi Bjarni Djurholm, um tað er rætt, at arbeiðsfólk missa 1100 kr. um mánaðin av politikkinum hjá samgonguni, sum kom við flatskattinum og forskattingini av eftirlønini.

Sjálvandi ikki, svarar Jørgen Niclasen.

Fíggjarmálaráðið krevur ikki nógvar dagar at svara slíkum spurningum, sum landsstýrismaðurin fær.

Í hesum førinum spurdi Bjarni Djurholm hósdagin 26.mars. Jørgen Niclasen svaraði týsdagin 31.mars. Landsstýrisfólkini hava annars tíggju yrkadagar at svara.

Í desember gekk upp aftur skjótari at skriva svarið til Bjarna Djurholm. 

Mánadagin 8.desember fekk Jørgen Niclasen spurning um støðuna hjá støkum uppihaldarum, sum fáa forsorgarhjálp, býtt í inntøkubólkar. Tveir dagar seinni kom svarið frá Jørgeni Niclasen.  

Onnur noyðast at hava betri tol

Onnur tingfólk, sum spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, noyðast at hava betri tol. 

Eisini tey í samgonguni. Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum spurdi um nøkur tøl og nakrar útrokningar tann 27.februar. 19.mars sendi Løgtingskrivstovan Fíggjarmálaráðnum eina áminning, tí freistin at svara var farin. 23.mars fekk Helgi Abrahamsen svarið.

So leingi noyddist Høgni Hoydal í Tjóðveldi kortini ikki at bíða. Hann spurdu 3.mars um millum annað NemID og fekk svar 19.mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116