Eingin bananrepublikk

Eingin bananrepublikk
Jacob Vestergaard er alt annað enn samdur, tá Jógvan Páll Lassen setur spurnartekin við gegnið hjá sær. Føroysk miðfyrisiting er dugnalig og har er eingin trupulleiki
07.09.2026 - 19:25

- Tað hevur ikki verið nøkur loyna, og eg havi verið í landsstýrinum áðrenn, eisini sum festari, so tað veit løgmaður og skipanin av.

Jacob Vestergaard hevur verið fyri atfinningum, eftir at hann í mai gav Búnaðarstovuni tænastuboð, sum hansara egna fyrisiting metta vera óheimilað, og sum seinri vórðu tikin aftur.

Í Degi og viku fríggjadagin fanst advokaturin Jógvan Páll Lassen at Jacob Vestergaard, tí hann er festari, samstundis sum hann er er landsstýrismaður við landbúnaðarmálum.

-Um Jacob Vestergaard kann geva Búnaðarstovuni tænastuboð, so dettur alt saman hjá mær ið hvussu so er, og tað eigur tað at gera hjá løgmanni eisini, segði Jógvan Páll Lassen.

Men tað heldur Jacob Vestergaard ikki vera nakran trupulleika.

-Eg eri eitt sindur harmur um, at Jógvan Páll Lassen, sum annars er ein drivin sakførari, lýsir føroyska fyrisiting sum eina banarepublikk. Tað er hon ikki.

Hann greiðir víðari frá, at mann hevur tikið støðu til fyrr, eisini nú, tá ið aðrir landsstýrismenn hava verið í vinnumálum, sum hava umsitið landbúnaðarmál og verið festarar, og tá hevur niðurstøðan verið, at teir ikki hava verið ógegnigir, sigur landsstýrismaðurin.

Um festari misrøkir sínar uppgávur
Jógvan Páll Lassen lýsti trupulleikan við einum dømi.

-Vit kunnu koma í ta støðu - hetta er sjálvandi teoretiskt -, at Jacob Vestergaard misrøktar sínar festiuppgávur, og Búnaðarstovan sigur, at vit taka festið frá tær. So kann hann sum landsstýrismaður geva tænastuboð til Búnaðarstovuna, at nei, tit skulu ikki taka festið frá honum. Tað merkir, at hann er ógegnigur í hesum málinum, so tað stendur eftirí.

Men Jacob Vestergaard sigur, at hann kann ikki geva slík boð.

- Tað stendur positivt nevnt í lóg um landsjørð, at Búnaðarstovan skal fyrst fyribils taka festið, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest, at talan er um brot á DJórvælferðarlógina. Og eftirfylgjandi, um ein festari verður dømdur fyri brot á djórvælferðarlógina, so skal festið takast. So tað er so rist fast í lógina, at har er eingin slingur í valsinum.

 

 

KLIPP

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777