Løgtingsnevndir úr at gera eftir páskafrítíðina

Løgtingsnevndir úr at gera eftir páskafrítíðina
Nevndirnar hjá Løgtinginum fáa nógv at gera, tá tær fara til arbeiðis aftur í morgin.. Fíggjarnevndin hevur flest mál á skránni, 21 løgtingsmál
Nevndirnar hava nógv at gera, tá løgtingið kemur saman aftur mikudagin eftir páskaferiuna. Millum annað hevur Fíggjarnevndin 21 mál á skránni og Mentanarnevndin hevur 12 mál
 
07.04.2015 - 11:46

Fíggjarnevndin skal millum annað viðgera trý ríkislógartilmæli, sum skulu tryggja, at lóggávan undir føroyska bankakervinum samsvarar við lóggávuna í Danmark og í ES.

Basel III leiðreglurnar, sum ætlanin er at seta í verk í Føroyum, komu í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni. Tær hava til endamáls at styrkja um fíggjarfyritøkur, so tað almenna sleppur undan at bjarga teimum, tá fíggjarkreppur stinga seg upp, stendur í lógaruppskotinum.

Fyri at lóggávan á bankaøkinum í Føroyum, sum er danskt málsøki, skal vera á hædd við lóggávuna í Danmark, er neyðugt at seta í gildið ES-lóggávupakkan, í Føroyum, stendur í lógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fígjarmálum, hevur lagt fram.

Mentanarnevndin 12 mál

Eisini í Mentanarnevndini eru nógv mál á skránni í morgin, tey eru 12 í tali. Nevndin skal millum annað viðgera tvey nýggj lógaruppskot, eitt um stuðul til privatar fjølmiðlar, og hitt er uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt.

Løgtingið hevur samtykt at seta játtan av til miðlastuðul til privatar miðlar í 2015, men lógargrundarlag má fáast fyri at stuðulin kann latast.

Lógaruppskotið skal millum annað fevna um at stuðla útbreiðslu av fjølmiðlatilfari og at stuðla redaksjonellum arbeiði, stendur í lógaruppskotinum, stendur í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362