Pætur Albinus nýggjur maður í finaluni

Pætur Albinus nýggjur maður í finaluni
Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast 24 ára gamla havnarmanninum at koma í FM-finaluna fyri einstaklingar í borðtennis. Hann møtir føroyameistaranum
Mynd: Mynd: Borðtennissambandið  
 
11.04.2015 - 00:16

Tá finalan um føroyameistaraskapin hjá monnum í borðtennis verður leikt í Hoyvíkshøllini í morgin, verður hon millum Pætur Albinus, sum ongantíð áður hevur verið í finaluni, og føroyameistaran Fróða Fríðason Jensen.

 

Hetta var greitt, tá hálvfinalurnar hjá einstaklingum vórðu leiktar í kvøld. Í hálvfinaluni vann Pætur 4-1 í settum á unga stjørnuskotinum Hanusi Sørensen, sum er 14 ára gamal. Settini endaðu 11-8, 8-11, 11-9, 11-7 og 11-9.

 

Hin hálvfinalan var ein endurtøka av sjálvari finaluni í fjør, tí hon var millum Fróða Fríðason Jensen og aldursforsetan Petur Niclasen, ið hevur verið føroyameistari 16 ferðir. Her vann Fróði 4-0 í settum og settini endaðu: 11-8, 11-5, 11-4 og 11-9.

 

17 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir úr TBF á Tvøroyri er fjórða árið á rað í finaluni hjá kvinnum. Hinumegin borðið stendur Durita F Jensen, sum skal verja FM-heitið frá 2014. Eins og Fróði, er hon uppvaksin í TBF og seinastu árini hevur hon spælt fyri Tór í Havn.

 

Sjónvarpið fer frá klokkan 14 í morgin at senda beinleiðis frá stóra FM-degnum hjá borðtennis, badminton og judo í Hoyvíkshøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV