Bygningar hjá landinum umvælast fyri at spara orku

Bygningar hjá landinum umvælast fyri at spara orku
Landsverk bjóðar nú áhugaðum at søkja um undangóðkenning at geva tilboð upp á arbeiðið, ið er mett fer at taka 10-13 ár og kosta 30 milliónir
Bygningar hjá landinum skulu komandi 10-13 árini umvælast fyri 30 milliónir, fyri at spara orku
 
13.04.2015 - 10:14

Bygningarnir, sum skulu umvælast, eru Landsbókasavnið, Havstovan, Fíggjarmálaráðið, Maskinmeistaraskúlin, Vørn og fleiri bygningar undir Almenna- og heilsumálaráðnum.

Talan er um eina verkætlan eftir einari skipan, sum eitur ESCO. Uppgávan, sum virki nú kunnu søkja um undangóðkenning, fevnir millum annað um orkugreining, skjalfesting og at fíggja útvaldu bygningarnar.

Útboðið er býtt sundur í tveir tilboðspakkar, ávikavist uml. 6.200 og 8.600 fermetrar, men ein heildarútbjóðingarsáttmáli verður gjørdar um báðar tilboðspakkarnar

Íløgur fyri 30 milliónir

Fyritreytin, fyri at kunna bjóða upp á arbeiði, er, at virki kann skjalprógva orkusparingar, sum byggiharrin hevur útroknað, og sum eru upplýstir í útbjóðingartilfarinum.

Í ESCO-skipanini er eisini ein fíggingarleistur, sum byggir á samstarv, har tað almenna og privata býta fíggingina millum sín, men privati parturin tekur váðan.

Almenna íløgan í verkætlanina verður væntandi umleið 30 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. Partur hjá byggiharranum kann tilsamans væntast at verða 10 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Mett verður, at tað fer at taka 10-13 ár at umvæla bygningarnar. Tó í mesta lagi 13 ár, stendur í sáttmálanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109