Fólk nøgd við sjúklingahotellið

Fólk nøgd við sjúklingahotellið
Landssjúkrahúsið hevur gjørt nøgdsemiskanning millum sjúklingar og avvarðandi í sambandi við viðgerð uttanlands og á Sjúklingahotellinum Tórshavn
Fólk, ið hava ørindi á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, eru nøgd við tænastuna, vísir nýggj kanning, Landssjúkrahúsið hevur gjørt
Mynd: ls.fo  
 
16.04.2015 - 15:33

Fólk eru nøgd við tænastustøðið, skrivar Landssjúkrahúsið. Uttanlandsdeildin á Landssjúkrahúsinum skipar fyri ferð og uppihaldi hjá sjúklingum, ið skulu uttanlands í viðgerð.

Stórur partur av føroysku sjúklingunum, ið skulu viðgerast uttanlands, fara til Danmarkar í viðgerð, har teir fáa innivist á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

119 fólk, sum hava búð á Sjúklingahotellinum ávíst tíðarskeið í ár, hava svarað spurnarblaði um praktiska kunning í samband við ferðina, og um mat, reingerð og sjúkrarøkt á sjúklingahotellinum.

Væl nøgd, men pláss er eisini fyri betringum

Yvirorðnaða úrslitið vísti høgt nøgdsemi við tænastuna, skrivar Landssjúkrahúsið. Tey, ið svaraðu, høvdu møguleika at koma við viðmerkingum til annað enn settu spurningar, og fleiri bóru fram viðmerkingar til betringar innan ávís øki.

Uttanlandstænastan og Sjúklingahotellið hava tikið viðmerkingarnar frá nøgdsemiskanningini til sín at arbeiða við.

Endamálið við kanningini er, at sjúklingurin skal fáa betri tænastu og at tænastan verður samskipað á besta hátt millum Uttanlandstænastuna, Sjúklingahotellið og viðgerðastaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521