- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kanning varpar ljós á HPV hjáárin
Enn ein kanning, ið lýsir hjáárinini av sonevndu HPV koppsetingini, er nú almannakunngjørd. Tað eru læknar á Frederiksberg Hospitali, sum hava kannað 53 danskar kvinnur og gentur í aldrinum 12 til 39 ár.
Kvinnurnar siga seg hava fingið óvanlig hjáárin av koppingarevninum, sum verður brúkt móti virusinum "Genital human papilloma virus," sum verður hildið at elva til krabba í lívmóðurhálsinum.
Kvinnurnar hava fingið sjúkutekin innan tveir mánaðir eftir koppsetingina, sambært kanningini, ið er kunngjørd í Danish Medical Journal í apríl.
Hava sterka høvuðpínu dagliga
Kanningin vísir, at allar 53 kvinnurnar hava dagliga høvðupínu, sum er byrjað eftir koppsetingina. Talan er um áhaldandi høvuðpínu, sum er so sterk, at tær í summum førum eru óarbeiðsførar.
51 kvinnur, tað vil siga 96 prosent, hava "ortostatisk intolerans." Tað eru sjúkueyðkenni sum vikna, tá sjúklingurin liggur niðri, sambært kanningini.
Tað autonoma nervalagið verður ávirkað í so stóran mun, at tað ávirkar andadrátt og hjartarútmu, umframt at sjúklingurin verður svimbul, troyttur og hevur kvalma.
Haraftrat kann millum annað sodningin og sjónin ávirkast. Í summum førum svíma kvinnurnar. 45 prosent av spurdu kvinnunum hava afturvendandi trupulleika av at fella í óvit og 53 prosent fingu diagnosuna POTS.
Kenna seg eisini troyttar
96 prosent av kvinnunum hava kent seg óvanliga troyttar, 89 prosent siga seg hava ilt við at hugsavna seg og siga seg minnast illa. 85 prosent hava ilt við at sova og 70 prosent boða frá trupulleikum við sjónini.
Harumframt vóru nógvar við trupulleikum við maganum, bæði sodning og kvalma. Kanningin samsvarar við onnur úrslit, sum eru gjørd millum annað av japanskum granskarum.
Kanningin staðfestir ikki ein samanhang millum HPV koppsetingina og sjúkueyðkenni. Ein niðurstøða av kanningini er, at tað er týdningarmikið at gera fleiri kanningar, ið kunnu vísa á ein møguligan samanhang.
Koppseting eisini brúkt í Føroyum
Í Føroyum eru 11.081 koppsetingar seldar síðan 2007 upplýsir landsapotekarin. Sløgini, ið eru seld í Føroyum, eita Gardasil, Silgard og HPV vaccine.
Tvær føroyskar kvinnur hava boðað frá hjáárinum, tann eina sokallað "álvarslig hjáárin, sum ikki eru skrásett í vørulýsingini," og sum samsvara við tey omanfyrinevndu sjúkueykennini.
HPV koppsetingin er partur av koppsetingarætlanini fyri børn í Danmark og sostatt eisini í Føroyum. Fyrsta koppsetingin verður givin tá barnið er 12 ára gamalt.