- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm mans tiknir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av myndum

Fimm føroyskir menn vóru í gjár handtiknir og skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum.
Tað skrivar Føroya politi í tíðindaskrivi.
Fýra vóru tiknir í Føroyum og ein føroyingur var handtikin og skuldsettur í Danmark.
Menninir eru millum 28 og 48 ára gamlir.
Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu.
Hald var lagt á teldur, harðdiskar og telefonir, sum politiið nú kannar nærri.
Kári Jacobsen.
Kanningin eitur Olympus
Kanningararbeiðið hjá politinum hevur fingið navnið Olympus og fer at avdúka, hvussu umfatandi málini eru, og um fleiri fólk skulu skuldsetast fyri ólógliga varðveitslu ella deiling av privatum myndum.
Politiið ger vart við, at tað er ólógligt at deila myndir av øðrum uttan samtykki.
Slíkar myndir skulu ongantíð sendast víðari, sigur politiið.
Fólk, sum hava ólógligt myndatilfar, eins og tey, sum deila slíkar myndir, kunnu revsast.
- Vit fingu fráboðan um, at eitt leinki var í umferð við myndum av fleiri enn 100 føroyskum kvinnum, sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá politinum:


























