Nógvir bústaðir eru óhóskandi

Nógvir bústaðir eru óhóskandi
Limir hjá Pedagogfelagnum arbeiða undir óhóskandi umstøðum í bygningum hjá Almannaverkinum, sigur Jógvan Philbrow formaður.
 
26.04.2015 - 18:00

Óhóskandi leigumál hjá almennu stovnunum er ein alt ov stór óneyðug útreiðsla fyri føroyska samfelagið.
 
Tað er áskoðanin hjá Føroya Pedagogfelag, sum heldur, at mann eigur at byggja til endamálið heldur enn at leiga bygningar og høli, sum upprunaliga eru ætlað til annað endamál 

22 av 45 bygningum óhóskandi til endamálið

Í síðstu viku segði útvarpið frá, at Almannaverkið í samstarvi við Landsverk hevur gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum, sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið. Kanningin vísur millum annað, at 22 av teimum 45 bygningunum og bústðartilboðunum hjá Almannavekrinum í Havn ikki eru nøktandi, til tað endamálið ið teir verða nýttir til.

Bæði tí teir eru ov illa viðlíkahildnir, og eisini tí teir ikki eru hóskandi til tað endamálið, ið teir skulu nýtast til. Millum annað vísti Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum á, at ov nógv bústaðartilboð til millum annað fólk við menningartarnið og sálarsjúku eru í vanligum sethúsum.

Vanlig sethús eru ikki hóskandi

Meginparturin av teimum starvsfólkum, sum starvast innan hetta økið, eru limir í Føroya Pedagogfelag, og hetta eru ikki umstøður, sum okkara limir kunnu starvast undir, sigur Jógvan Philbrow. formaður í lesarabrævi.

Vit uppliva ár eftir ár, hvussu tað almenna spýtir pening í leigumál, sum als ikki hóska til endamálið, millum annað til sambýli har fólk við mennignartarni búgva. Óneyðugar útreiðslur hava staðist av hesum, og sum oftast hava sambýlini ikki livað upp til tað endamál, tey eiga at hava, sigur Jógvan Philbrow

Heldur byggja nýtt enn leiga

Hann heldur, at neyðugt er at gera eina langtíðarætlan fyri økið í samstarvið við fólk, ið hava serkunnleika á økinum - millum annað starvsfólk, búfólk og avvarandi at teimum, sum skulu búgva á sambýlunum. Og loysnin er at byggja nýtt, heldur enn at leiga, heldur Pedagogfelagið. 

Almannaverkið samstarvar í løtuni við Almannamálaráðið um at finna eina loysn at basa bústaðartrupulleikanum. Edvard Heen vildi í síðstu viku ikki fara í smálutir um ætlanina enn, men tá segði hann, at talan væntandi bæði verður um at byggja nýtt, og at umskipa verðandi bústaðartilboð.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477