Revsimál útsett í nakrar vikur

Revsimál útsett í nakrar vikur
Maðurin, sum er ákærdur fyri aðra kynsliga framferð enn samlegu móti tveimum dreingjum, skal persónkannast
 
21.05.2015 - 11:46

Revsimálið móti einum 54 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri aðra kynsliga framferð enn samlegu móti tveimum dreingjum, sum tá teir vóru ávikavist 16 og 17 ára gamlir, er útsett í nakrar vikur.

Orsøkin er, at verjin hjá manninum bað um at fáa mannin persónkannaðan, og tað játtaði rætturin.

Ofta er neyðugt í revsimálum at fáa ákærd persónkannað fyri at vita, hvør dómur er hóskandi, um eitt nú talan kann blíva um treytaðan dóm ella samfelagstænastu. 

Kriminalforsorgin kannar

Ein persónkanning lýsir persónligu viðurskiftini hjá ákærda, so sum útbúgving, arbeiði, frítíðarítriv, heilsustøðu og, um tey eru gift og eiga børn.Kriminalforsorgin ger slíkar persónkanningar. 

Føroya rættur viðgjørdi málið um kynsliga ágangin týsdagin. Tá vórðu ákærdi maðurin, menninir, sum hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á, og tvey onnur vitni avhoyrd.

Fyrr er eitt vitni afturat avhoyrt um málið. 

Ikki endurgevast alment

Rætturin avgjørdi, at ikki er loyvt at endurgeva alment tað, sum varð sagt á rættarfundinum.

Politiið fekk fráboðan um málið nakað eftir ólavsøku í fjør. Ákærdi maðurin noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Hjásetin hjá teimum báðum ungu monnunum, sum eru brøður, kravdi endurgjald fyri tort, 40.000 kr. fyri hvønn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203