Aleqa Hammond aftur í politikki

Aleqa Hammond aftur í politikki
Siumut hevur fyrigivið Alequ Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinnu, sum noyddist úr politikki í fjør heyst, orsakað av óreglusemi

03.06.2015 - 09:57

Leiðslan í grønlendska flokkinum Siumut hevur fyrigivið Alequ Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinnu, sum noyddist úr politikki í fjør heyst, tí hon hevði brúkt pengar úr landskassanum til egnar rokningar.

Nú er Aleqa Hammond aftur í politikkinum. Flokkur hennara hevur stillað hana upp til fólkatingsvalið 18.juni.

Hava ikki ráð at útihýsa

Næstformaðurin í Siumut, Jørgen Wæver Johansen, sigur við grønlendska kringvarpið KNR, at leiðsla floksins hevur tikið Alequ Hammond til sín aftur, og hann leggur dent á, at Aleqa Hammond er ikki dømd fyri nakað. Og Siumut er ikki nakar dómstólur, sigur næstformaðurin.

Fólkatalið í Grønlandi er harafturat so lítið, at skjótt verður trot á dugnaligum fólkum, um fólk, sum ikki er dømd, skulu útihýsast úr politikki, sigur Jørgen Wæver Johansen.

Fýra fólk eru á listanum hjá Siumut. Doris Jakobsen, sum er í fólkatinginum nú, er ikki á listanum.

Hon fer væntandi aftur í starvið sum landsstýriskvinna í heilsumálum og norðurlendskum samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761