- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roynir at flyta drotningadøgurðan
Løgmaður er vertur fyri døgurðan, sum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 17. juni klokkan 19. Millum tey innbodnum eru formenninir í øllum politisku flokkunum.
Júst tá - mikukvøldið klokkan 19 - verður eisini formansumfar millum somu floksformenn beinleiðis í sjónvarpinum her í Kringvarpinum. Sambært Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, ber ikki til at flyta kjakið millum floksformenninar.
Í Degi & Viku í gjárkvøldi søgdu formenninir í Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum Tjóðveldi og Framsókn, at teir fara ikki til døgurðan fyri drotningini.
Kanna um døgverðin kann verða klokkan 21
Formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum høvdu í gjár ikki tikið støðu til, um teir fara til døgurða ella formansumfar. Kaj Leo Holm Johannesen sigur við útvarpið í dag, at hann nú fer at royna at flyta døgurðan fyri Margrethu Drotning.
- Eg havi biðið mína umsiting kanna, um tað ber til at flyta døgurðan til klokkan 21, soleiðis at floksformenninir kunnu vera við til formansumfarið og síðani døgurðan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Enn dugir løgmaður ikki at siga, um tað ber til at flyta døgurðan fyri drotningini. Hann bíðar eftir svari frá kongshúsinum.