- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sterkt badmintonlandslið tikið út til Small States í Føroyum

Miriam í Grótinum og Rúni Øster teljast millum 14 sterkar føroyskar badmintonspælarar, sum skulu umboða Føroyar til Small States-kappingina, sum verður í Føroyum um mánaðarskiftið.
Meir enn 100 spælarar úr Gibraltar, Grønlandi, Íslandi, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako og Føroyum skulu kappast í stóru liðkappingini í Høllini á Hálsi í Havn, sum samstundis verður ein aðalroynd til oyggjaleikirnar næsta summar.
Kappingin hevur bert verið tvær ferðir fyrr - í Malta (2023) og Kýpros (2024) - og tær ferðirnar vunnu ávíkavist Kýpros og Ísland, men framgongdin hevur verið stór í føroyskum badminton síðstu árini, og tí vóna føroyingarnir, at teir kunnu bjóða av um gullið hesa ferð.
LES EISINI: Tað kennist óveruligt
Yngri ættarliðið sleppur framat
Umframt Miriam í Grótinum og Rúna Øster hevur landsliðsvenjarin Fai Yin Wong tikið fleiri royndar spælarar við. Hjá kvinnum eru Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna og Mia Thorkildshøj ikki ókendar, meðan Magnus Dal-Christiansen, Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus teljast millum royndu menninar.
Men eisini ungir og evnaríkir spælarar eru við í Small States-hópinum. Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen og Jafet Rasmussen umboða yngra ættarliðið.
Badmintonsamband Føroya er vertur fyri liðkappingini dagarnar 30. oktober til 1. november.


























