- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla parlamentinum til at játta pening til undirsjóvartunlar

Skotlandsnevndin í bretska parlamentinum mælir bretsku stjórnini til at játta pengar til tveir undirsjóvartunlar.
Ætlanin er fyrst at gera ein tunnil millum hetlendska meginlandið og oynna Yell, og síðani ein tunnil víðari til Unst, skrivar Shetland News.
Tunlarnir kunnu millum annað forða fyri, at fólk flyta úr oyggjunum, sigur Skotlandsnevndin.
Føroyar fyrimynd
Nevndin brúkar Føroyar sum fyrimynd og sigur, at tað er rætt at byggja tunlar við atlit at fólkinum í oyggjunum, og ikki bert við peningaligum vinngingi fyri eyga.
Skotska stjórnin hevur játtað 23 milliónir pund, stívliga 200 mió. í okkara pengum, næstu trý árini til tunnilin til Yell, men eingin langtíðarfíggjarætlan er til verkætlanina.
Tunlarnir verða mettir at kosta meira enn eina milliard pund, okkurt um 8,69 milliardir krónur, og enn er eingin endalig fígging fingin til sjálva byggingina.


























