Ov nógv trýst á heimasíðuna

bannari
Ov nógv trýst á heimasíðuna
Heimasíðan hjá Alternativet hevði so nógv vitjandi í morgun, at hon breyt saman.
Heimasíðan hjá Alternativet kláraði ikki alla ferðsluna í morgun
 
18.06.2015 - 11:08

Fólkatingsvalið krevur eisini nógv av tøknini, tá teir síðstu ivandi veljararnir skulu sannførast. Tað má Alternativet sanna í dag, tí so nógv ferðsla hevur í dag verið á teirra heimasíðu, at hon ikki kláraði meira, og hoknaði undan. 

Tey fingu í skundi eina fyribils heimasíðu upp at koyra, soleiðis at fólk kunnu síggja teirra stevnumið og lesa seg fram til, hvørjum tey standa fyri, men nú er líkt til at heimasíðan koyrir aftur.

heimasíðan kann síggjast her

Alternativet stillar upp á fysta sinni, og veljarakanningar vísa á, at tað fer at gangast nýggja flokkinum væl, og at hann fer at fáa góða umboðan á fólkatingi.

At tey hugsa alternativt kann eisini síggjast í hesari valvideo, sum ikki er sum aðrar av sínum slag. Sí video

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776