Putin svarar vesturheiminum aftur

Putin svarar vesturheiminum aftur
Bannið ímóti at innflyta kjøt úr vesturheiminum er longt við einum ári
 
25.06.2015 - 09:19

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur boðað frá, at bannið ímóti at innflyta kjøt úr vesturheiminum er longt við einum ári.

Bannið er ímóti kjøti úr USA, ES, Noregi, Kanada og Avstralia. Roknað varð við, at forboðið fór at verða longt við seks mánaðum.

ES gjørdi mánadagin av at leingja síni tiltøk ímóti Russlandi, til seinast í januar næsta ár.

ES setti í fjør tiltøk í verk ímóti Russlandi, eftir at ófriður brast á í Ukraina, og eftir at Rusland hevði lagt Krim-hálvoynna undir seg.

Seinni svaraði so Putin aftur, og setti innflutningsbann í verk ímóti fleiri vørum úr vesturheiminum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846