Hetta er søguliga harmiligt

Hetta er søguliga harmiligt
Tað sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingskvinna, nú Grønland fyri fyrstu ferð í 20 ár ikki stendur á odda fyri Grønlandsnevndini
 
13.07.2015 - 09:24

Flokkurin Venstre kravdi, at IA atkvøddi blankt í øllum tingmálum, sum bara viðvíkja Danmark, aftur fyri at fáa formanssessin í Grønlandsnevndini í fólkatinginum.

Og tað vildi IA ikki, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingskvinna, sum er vónsvikin, nú Grønland fyri fyrstu ferð í 20 ár ikki stendur á odda fyri Grønlandsnevndini í fólkatinginum. Marcus Knuth í Venstre er formaður í Grønlandsnevndini.

Aaja Chemnitz Larsen sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at tað er søguliga harmiligt og vísir, hvussu lítil virðingin er fyri grønlendingum og Grønlandi.

Hon sigur, at serliga Sosialdemokratarnir hava svikið Grønland, tí reyði vongurin í fólkatinginum læt uttan nakað frá sær formanssessin í Grønlandsnevndini.

Hin grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, er næstforkvinna í Grønlandsnevndini.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fara at býta formanssessin í Føroyanevndini hjá fólkatinginum millum sín hetta valskeiðið.

Sjúrður Skaale heldur fram sum formaður í Føroyanevndini fyrstu tíðina. Sjúrður Skaale var eisini formaður farna valskeið, og nú nýggj stjórn hevur tikið við, heldur Sjúrður Skaale fram sum formaður.

Men semja er gjørd um, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi býta valskeiði ímillum sín, so Sjúrður Skaale er formaður tvey tey fyrstu árini, og fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi, tekur við formanssessinum tey bæði seinni árini av valskeiðinum, sigur Sjúrður Skaale.

Høgni Hoydal hevur biðið um farloyvi úr Fólkatinginum frá 28.juli, og tá tekur næsti maður á listanun, Magni Arge, við fólkatingssessinum.

Martin Henriksen úr Dansk folkeparti er næstformaður í Føroyanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444